Fungugimbrar ella Velbastaðhálsur
Her halda vit til í Tórshavnar RC-felag. Her hava vit vøllin til flogfør, vatni til skip og bátar og breytina til bilar, alt samlað á einum stað. Í summarhálvuni venja vit mikukvøld og í vikuskiftinum. Í vetrarhálvuni venja vit í bert vikuskiftinum. Veðrið er sjálvandi avgerðandi, men tá ið ikki viðrar, verður ofta práta og drukkið kaffi. Nýggir limir og gestir eru vælkomin. Teir gomlu limirnir eru góðir í ráðum og rætta fegnir eina hjálpandi hond. Til ber at tekna seg sum lim, við at boða Birgir Simonsen frá á telefon +298 312782 ella seta seg í samband við ein av nevndarlimunum. Tað er umráðandi fyri limirnar, at gjalda limagjaldið, tí ikki fyrr enn tað er goldið, er tryggingin galdandi.
Isak d. august 26 2007 20:35:07 ·
Læs mere ·
637 Fremvisninger ·