Tiltk

<< Juni 2017 >>
M T Mi H Fr Ley Su
      1 2 3 4
5 6 7 8 9 10 11
12 13 14 15 16 17 18
19 20 21 22 23 24 25
26 27 28 29 30    

Ongin tiltk.

Snarbo

Logga fyri at skriva eini snarbo.

Eingi snarbo enn.

RC-bilmenn møtast

Vimerkingar

#1 | Sveinbjørn Olsen tann 04. July 2010 19:38
1. Juni 2010 møttust:
Eg, Andrass, Jóhannus, Jan, Njál, Dánjal, Rani og Teitur.
Tað bleiv skrúða og skemta í langar banar, so láturin rungaði. Sera gott kvøld, og nógv kom burturúr.
Vit vóru líka fram til kl.23
#2 | Sveinbjørn Olsen tann 07. July 2010 07:36
6. Juli 2010 møttust:
Eg, Andrass, Jóhannus, Jan, Eivind, Tummas Óli, Rani, Teitur og Magni.
Vit bæði biksaðu, lakeraði húsar (bodyshell), og hugnaðu okkum við kakum og kaffi/kakao + góðar vittigheitir. Ja -eitt sera gott og stuttligt kvøld.
Vit vóru líka fram til kl.23:30
#3 | Sveinbjørn Olsen tann 03. August 2010 22:55
3. August 2010 møttust:
Eg, Andrass, Jóhannus, Jan, Sólbjørn Fríði, Eivind, Magni og Suni.
Vit Tosaðu um nýggja bilin hjá Sólbjørn Fríða, sum er av slagnum Traxxas Summit. So bixaði Andrass eitt sindur við sín bil og koyrdi teir báðir eina lítla løtu uttanfyri í túninum hjá Hjálpirót.
Vit vóru líka fram til kl.23
#4 | Sveinbjørn Olsen tann 08. September 2010 08:31
7. Septembur 2010 møttust:
Eg, Andrass, Jóhannus, Sólbjørn Fríði, Njál, Petur, Rani og Teitur.
Tað bleiv ikki bixa so nógv hesu ferð, partvís mín feilur, tí eg hevði gloymt at taka siliconeolju við til stoytdovarnar á bilinum hjá Johannus. Undanfarðnu kvøld havi eg sent sms-boð til allar 52 mans á mínum lista yvir "Bilmenn", men tað fari eg ikki í framtíðini.
Meðan vit sita har og práta kemur Petur Hermansen inn, og hevur nakrar ungar menn við sær, sum hava áhuga í RC-bilum. Tann eini hevði keypt sær ein CEN-bil, frá RC-Hobby á Viðareiði, men hann var brotnaður. Hesir ungu menn høvdu ymiskar spurningar, og vit royndu at svara sum fræðast, og vegleiða teir í hvat er skilagott tá mann skal keypa sær ein RC-bil.
Vit vóru líka fram til kl.23
#5 | Sveinbjørn Olsen tann 05. October 2010 23:53
5. Oktobur 2010 møttust:
Eg, Andrass, Jan, Sólbjørn Fríði, Njál, Petur, Rani og Teitur.
Nokkso nógvir bilar vóru í kvøld á borðinum.
Andrass hevði sín Savage 25 við til at finna útav hví hann gekk fyri seinast vit vóru og koyrdi. Tað vísti seg at vera koblingin sum var farin og tað fingu vit reparera nemt.
Njál hevði sín Summit og bilin hjá syskinarbarninum við, sum kravdi onkrar ábøtir og innstilling. Hettar bleiv orna, so báðir bilarnir vóru klárir at fara at koyra við aftur.
Sólbjørn Fríði hevði sín Summit við, men har var bert justering av fjarðum, sum hann bixaðist við.
Jan hevði sín nýggja, nýlakeraða húsa við, sum hann hevur gjørt til ein B36-bilWink....Stuttligt at onkur gerð eitt sindur burturúr, so bilurin blívur eitt sindur serligur. Myndir av honum koma nokk í myndasavnið skjótt, rokni eg við.
Kvøldið eydnaðist væl. og vit hugnaðu okkum óført.
Vit vóru líka fram til kl.23
#6 | Sveinbjørn Olsen tann 03. November 2010 18:47
2. Novembur 2010 møttust:
Eg, Andrass, Jóhannus, Jan, Sólbjørn Fríði, Magni, Krisvar og Eivind var eina lítla løtu.
Vit høvdu rudda garaguna áðrenn, so vit kundu verða harúti og bixast, ístaðin fyri at sita inni í kaffistovuni. Vit byrjaðu uppá ein transportablan forðingsbana til at Crawla við (klatra við bili), og Andrass hevði fleiri bilar við og koyrdi teir báðir Andrass og Krisvar eina lítla løtu uttanfyri í túninum hjá Hjálpirót.
Vit vóru líka fram til kl.23
#7 | Sveinbjørn Olsen tann 07. December 2010 23:39
7. Desembur 2010 møttust:
Eg, Andrass, Jóhannus, Sólbjørn Fríði, Njál og Dan André.
Vit høvdu einki at reparera uttan eitt hjól á bilinum hjá Sólbjørn Fríða. Njál og Sólbjørn Fríði koyrd eina løtu uttanfyri.
Dan André hevði sín 1/14 Scania bil við at vísa okkum, og hann koyrdi eina lítla løtu uttanfyri og inni í garaguni við honum.
Hettar var eitt tað friðarligasta kvøldi nakrantíð hjá okkum.
Allir fóru heim kl.23
#8 | Sveinbjørn Olsen tann 06. January 2011 18:08
4. Januar 2011 møttust:
Eg, Andrass, Jóhannus, Jan, Sólbjørn Fríði, Magni, Njál, Birni & Beiggin, Rani, Teitur, Andreas.
Vit sótu fyrst inni í kaffistovuni. Vit byrjaðu við hugna, har Andrass hevði gjørt heita tertu og nógvar kakur eisini. Har var ikki so nógv at skrúða, men okkurt smáting bleiv orna og koyrdi teir báðir Sólbjørn Fríði, Birni og Njál eina lítla løtu uttanfyri í túninum hjá Hjálpirót, eftir at Sveinbjørn hevði innstilla uppá onkran av bilunum.
Vit vóru líka fram til kl.23
#9 | Sveinbjørn Olsen tann 02. February 2011 15:18
1. Februar 2011 møttust:
Eg, Andrass, Jóhannus, Sólbjørn Fríði, Magni, Njál, Birni , Rani, Teitur, Suni, Jákup og løtu seinni komu Kári & Tummas eisini framvið .
Vit sótu fyrst inni í kaffistovuni. Vit byrjaðu við at seta okkum á kaffistovuni, har vit prátaðu og Sveinbjørn tók bilin hjá birna sundur, fyri at finna útav hvat tað var sum gjørdi, at bilurin ikki koyrdi sum hann skal. Tað vísti seg at vera differentiali aftan sum var brotið.
Njál hevði oyðilagt sær móttakaran í sínum Summit, og hevði ein nýggjan at seta í, og fáa uppsettan.
Sólbjørn og Jákup fóru útum at koyra eina løtu. Teir hava ein Summit í part.
Traxxas Summit er blivin ein sera vælumtøktir bilur, og roynist væl. Trýst her fyri at síggja hvat tað er fyri bilur talan er um.
Vit vóru sum vant, fram til kl.23
#10 | Sveinbjørn Olsen tann 02. March 2011 14:49
1. Mars 2011 møttust:
Eg, Andrass, Eivind, Sólbjørn Fríði, Birni , Jan, Rani, Teitur, Magni, Njál, Jákup & onkrir vinmenn, sum eg ikki fekk navnið á og løtu seinni kom ein pápi, við soni sínum, sum hevði keypt ein CEN-bil, sum ikki vildi starta.
Vit byrjaðu við at seta okkum á kaffistovuni, har vit Sveinbjørn hevði eina lítla tyrlu við, sum hann hevur lænt, fyri at royna at flúgva.
Njál hevði onkran trupuleika við sínum Summit, og teir bixaðu eina løtu við tað, síðani koyrdu teir eina løtu uttanfyri.
Vit fóru so út í garaguna, har vit fingu CEN-bilin at starta, og funnu útav, at har vóru nógv onnur ting í vegin, við honum, sum máttu fixast, áðrenn hann kundi fara út at rallast.
Vit snakkaðu eitt sindur um at fara at koyra saman eitt ella annað stað, har tað er brætt, og royna at gerða eina lítla kapping, um at duga best at "klatra" við bilunum. Hvussu og hvar, er ikki avgjørt enn.
Vit vóru sum vant, fram til kl.23

Vimerk

T skalt logga fyri at gera vimerkingar.
San uploadar upp : 0.99 sekund
58,776,436 Einstakar vitjanir