Kalendari

<< Mai 2012 >>
Mi Fr Ley Su
  1 2 3 4 5 6
7 8 9 10 11 12 13
14 15 16 17 18 19 20
21 22 23 24 25 26 27
28 29 30 31      

Ongin hending.

Snarboð

Logga á fyri at skriva eini snarboð.

09. May 2012
Ein fínur dagur VBH.

12. April 2012
ah ja tað kundi eg gjørt onkran dag Angry

11. April 2012
Tak myndir - vit vilja hava prógv fyri tí Cool

01. April 2012
hey Sveinbjørn ! Tað var at koyra í sandvík, har er faktiskt gott at koyra, nógvur bøður og man kann eisini koyra á sandinum, kundi verið eitt stað man koyrdi um koyringin verður Angry

31. March 2012
Hvat var so Fantastiskt ? Sandvík ella at koyra ? Pfft

Seinastu myndirnar í myndasavninum

  

  

  

  

  

  

  

  

Tilvildarligar myndir úr myndasavninum

  

  

  

  

  

  

  

  

Tíðindi

Flaggdags sigling !
HendingarAftur í ár var veðri svikaligt.
Annars hevur tað veri sigur ígjøgnum nógv harrans ár, at flota sær skip/bátar á flaggdegnum.

Mær vitandi var ikki nakar harúti á hálsinum og stimaði.
Nú er veðri betur, og burdu vit ásett ein dag, har allir kundu komi út á hálsin at sigla eina løtu saman.
Eru nøkur hugskot til hvønn dag hettar kundi veri, eru tit vælkomin at ringja ella skriva til mín, so eg kann senda boð til allar limirnar á TRCF.
· Sveinbjørn Olsen tann 30. April 2012 22:42 · 0 Viðmerkingar · 74 Vísingar · Printa
Vegleiðing at innstilla motor í mun til veðri.
VegleiðingarNú er tað soleiðis í Føroyum, at veðri er sera óstabilt, og nógv spyrja hvussu ein innstillar motorin, tá kavi er í mun til um summari.
Eg leitaði á netinum, og fann nakað, sum eg so havi gjørt til eina vegleiðing fyri hvussu mann broytir innstilling á nitromotorum, tá broytingar eru í veðrinum.
Hopi hettar kann hjálpa fleiri í teirra trupuleikum.
Her er ein beinleiðis leinkja til tað
· Sveinbjørn Olsen tann 25. October 2011 14:06
0 Viðmerkingar · 1102 Vísingar · Printa
Koyripláss-listin
HendingarHey RC-bilmenn !
Eg havi gjørt ein lista yvir støð vit hava koyrt á í gjøgnum nógv ár.
Fari at gerða meir seinni, men hygg at honum, og sig tykkara meining.
PS. Tú kann klikkja á staðarnavnið, og eitt kort frá google vil vísa hvar staðið er í Føroyum......smart ha ?

Trýst her fyri at fara beinleiðis til listan
· Sveinbjørn Olsen tann 22. October 2011 01:24
0 Viðmerkingar · 1111 Vísingar · Printa
RC-kvøld
Broytingar

Vit RC-bil áhugaðir hava síðani Oktobur 2009, møttst fyrsta týsdag í hvørjum mána, fyri at bixa og hugna okkum við RC práti afturvið einum drekkamunni.
Hettar tiltak er sera stimbrandi fyri RC áhugan og samanhaldi um RC-bilar.
Vit broyta nú eitt sindur, og eru ístaðin fyrsta mikudag kl.20 og út.
Øll RC-bil áhugaði eru vælkomin við, sjálvt um tit ikki eru limir í TRCF.fo.
Vit møtast sum nú er, úti hjá Hjálpirót á 
Velbastaðvegnur 45 (trýst fyri at síggja kort), í kaffistovuni, men eru eisini á verkstaðnum og bixa ella okkurt tílíkt.
Trýst her fyri at lesa referat frá RC-kvøldunum í hava veri

· Sveinbjørn Olsen tann 01. September 2011 13:23
0 Viðmerkingar · 2058 Vísingar · Printa
Limagjaldið 2011
UpplýsingTíverri eru nógvir sum ikki hava goldið limagjaldið fyri 2011.
Av hesu grund, eru fleiri logg inn til síðuna blivin útihýst í dag.

Tit sum meina at hava goldið, men eru útihýstir, kunnu ringja til kassameistarin Birgir Simonsen tlf:312782 og fáða greitt fløkjuna.
· Sveinbjørn Olsen tann 11. July 2011 15:51
0 Viðmerkingar · 2717 Vísingar · Printa
útsjóndin kann pillast við
Vegleiðingar


Útsjónd og visuelt kann tann sum ynskir tað, broyta uppá hvussu tað sæðst á skreminum.
Tað er at prøva seg framm, við at trýsta á tann grøna prikkin, so broytist alt tað sum er blátt til grønt, og tann orange prikkin, vil alt broytis til orange.

Teir 3 rútarnir sum eru har, kunna útilukka alt tað sum er í kassum í høgru, vinstru ella mittan.

· Sveinbjørn Olsen tann 23. June 2010 16:50
0 Viðmerkingar · 10112 Vísingar · Printa
Myndasavnið
UppsetanNú er enduliga komið skil á myndasavnið aftur, so nú fara vit at leggja allar myndir vit hava liggjandi frá gomlu síðuni, og um tit limir koma framá onkran feil, ella okkurt manglar, so sigið enduliga frá, so vit kunnu rætta tað sum skjótast.
· Sveinbjørn Olsen tann 23. June 2010 12:10
0 Viðmerkingar · 9728 Vísingar · Printa
Bilmenn møtast !
Logbók

Vit RC-bilmenn hava síðani Oktobur 2009, møttst fyrsta týsdag í hvørjum mána, fyri at bixa og hugna okkum við RC práti afturvið einum drekkamunni.
Hettar tiltak er sera stimbrandi fyri RC áhugan og samanhaldi um RC-bilar.
Vit møtast sum nú er, úti hjá Hjálpirót á Velbastaðvegnur 45, í kaffistovuni, men eru eisini á verkstaðnum og bixa ella okkurt tílíkt.
Les meira við at trýsta her

· Sveinbjørn Olsen tann 02. June 2010 08:42
0 Viðmerkingar · 4525 Vísingar · Printa
Tilmelding
LimirNú kunnu limirnir byrja at tilmelda seg av nýggjum.
Hettar verður gjørt av trygdaráðum, fyri at sikra at trupuleikin sum var við "gomlu" síðuni, ikki fylgir við yvir í nýggju síðuna.

Tú trýstur á "Tilmelding", ovast í høgra hornið, og útfyllir allar teigar.
Tað er nú møðuligt at brúka Føroyskar bókstavir til navni. Dulnevni verða ikki góðtykin.
Ein av Netsjórunum vil síðani kanna um tú er limur í TRCF, og síðani aktiverða teg.
Um trupuleikar eru, kann tú seta teg í samband við TRCF við at trýsta HER
· Sveinbjørn Olsen tann 25. May 2010 20:18 · Printa
Heimasíðan broytt
BroytingarÍ hesum døgum er heimasíðan við at blíva broytt til eina nýggjari versjón.
Nakað av tí sama er varveitt, men onnur ting fara so burtur ella broytast.
Vit í nevndini hopa so at tað er til tað betra, og vóna at limirnir fara at brúka síðuna meira enn áður.
· Sveinbjørn Olsen tann 23. May 2010 09:21
0 Viðmerkingar · 13948 Vísingar · Printa
Síðan uploadar upp á: 0.24 sekund
25,712,718 Einstakar vitjanir