Tiltøk

<< Septembur 2017 >>
Mi Fr Ley Su
        1 2 3
4 5 6 7 8 9 10
11 12 13 14 15 16 17
18 19 20 21 22 23 24
25 26 27 28 29 30  

Ongin tiltøk.

Snarboð

Logga á fyri at skriva eini snarboð.

Eingi snarboð enn.

Tíðindi

Innandura flúgving 2017-18
Flúgving

Hallarumsitingin er komin við endaligu tíðunum fyri innandurðaflúgving í høllini í Skúlanum á Argjahamri.

Flogi verður hesar dagar:

Sunnudagin 29-10-2017 16:00 - 18:00 ...
Sunnudagin 26-11-2017 16:00 - 18:00
Sunnudagin 10-12-2017 16:00 - 18:00
Sunnudagin 07-01-2018 16:00 - 18:00
Sunnudagin 21-01-2018 16:00 - 18:00
Sunnudagin 04-02-2018 16:00 - 18:00
Sunnudagin 18-02-2018 16:00 - 18:00
Sunnudagin 04-03-2018 16:00 - 18:00
Sunnudagin 18-03-2018 16:00 - 18:00
Sunnudagin 01-04-2018 16:00 - 18:00

· Sveinbjørn Olsen tann 11. October 2017 21:32 · Les meira · 141 Vísingar · Printa
Ólavsøkuframsýning 2017
Upplýsing

Tórshavnar RC-felag
Á Ólavsøku verður framsýning av modell- skipum, bilum og flogførum í Svimjihøllini í Gundadali.
Opið er Ólavsøkuaftan og Ólavsøkudag frá kl. 15:00 til 20:00.
Kostnaður fyri vaksin kr. 30,- og børn kr. 20,-

· Sveinbjørn Olsen tann 26. July 2017 16:19
Les meira · 258 Vísingar · Printa
Innandurða flúgving oktober 2016 - mars 2017
Flúgving

Innandurða flúgving oktober 2016 - mars 2017

Tórshavnar RC-felag hevur fingið høllina í Kollafirði annan hvønn sunnudag frá og við 30. november 2016 til og við 26. mars 2017 frá kl. 09:00 til 11:00.
Vit gjalda bert fyri teir dagar við brúka.
Skipanin hjá hallarumsitingin boðar frá um broytingar vera....

Dagarnir eru:

30/10
13/11
27/11
12/01
15/01
29/01
12/02
26/02
12/03
26/03

· Sveinbjørn Olsen tann 13. November 2016 17:55
Les meira · 0 Viðmerkingar · 737 Vísingar · Printa
Flaggdagur 2016
Hendingar

Tað er gamal siður, at flota sær bátin á flaggdegnum.
Um veðri er til vildar, so fara vit at halda hendan sið. Flaggdagurin er hálvur frídagur hjá teimum flestu, so um vit siga at vit møtast á velbastaðhálsi kl.11.


Tey sum ikki hava nakran bát/skip, kunnu hava okkurt annað fjarstýrt við, tí tað eru nevniliga nógvur annar aktivitetur á hálsinum, so sum flogfør niðri við flogvøllin og bilar á koyribreytini.
Møti fjølment ! !

· Sveinbjørn Olsen tann 23. April 2016 19:28
Les meira · 0 Viðmerkingar · 1256 Vísingar · Printa
Aðalfundur 2017
Hendingar

Aðalfundur felagsins verður 19. apríl 2017 kl. 19:00 í høllini hjá Starvsmannafelagnum í J. H. Schrøtersgøtu 9 í Tórshavn. Skrá sambært viðtøkunum.

Vegna nevndina...
Ísak N. Jacobsen, formaður

· Sveinbjørn Olsen tann 25. February 2016 19:13
Les meira · 0 Viðmerkingar · 453 Vísingar · Printa
RC-Bixin yvirtikið virksemi hjá RC-handlinum
Upplýsing

RC-Handilin seldur !

Birgir Simonsen, sum hevur haft RC-Handilin í sílagøtu, hevur valt at gevast, eftir 35ár.



Birgir hevur tey seinastu árini, sagt at hann ætlaði at fara at gevast og nú ein dagin, fyrst í 2015, kom so ein avtala uppá pláss við Sveinbjørn Olsen, eigari av RC-Bixini á Argjum, at yvirtaka alt virksemið hjá RC-Handilinum 1.Juli 2015.

Birgir er vorin 83ár og er ein tann mest virkni limurin í RC-Felagnum ígjøgnum øll árini, felagið hevur virka. Birgir sigur seg vera glæðan fyri at onkur kundi yvirtaka handilin.

RC-Bixin, sum hevur keypt alt lagri, heldur til á suðurstíggjur 13, Argir. Tlf.522068

· Isak tann 02. December 2015 22:22
Les meira · 0 Viðmerkingar · 1836 Vísingar · Printa
Arbeiðis- og ruddingardagur á VBH
Hendingar

15.August 2015 høvdu vit arbeiðis- og ruddingardagur á velbastaðhálsi.


8 mans møttu upp, har vit høvdu leiga & lánt maskinur og keypt tilfar.
Koyribreytin og gøtan blivu umvæld og rudda upp á øllum økinum.

Formaðurin Ísak hevði orna fyri at vit fingu pizza, tá vit vóru komin í helvt. Veðri var gott og dagurin lukkaðist rættuliga væl.

Myndir frá degnum kunnu síggjast HER !

· Sveinbjørn Olsen tann 20. September 2015 11:23
Les meira · 0 Viðmerkingar · 1978 Vísingar · Printa
Sólbjørn Fríði Olsen hevur lagt ein film á YouTube
Filmar
· Sveinbjørn Olsen tann 22. December 2014 16:09
0 Viðmerkingar · 2614 Vísingar · Printa
Enn ein filmur frá Sámal Danielsen
Filmar
· Sveinbjørn Olsen tann 31. August 2014 22:45
Les meira · 0 Viðmerkingar · 3572 Vísingar · Printa
Crawling
UpplýsingCRAWLING við RC-bilum, er blivi alsamt meir og meiri populert.

Fleiri av teimum limunum, sum hava veri í 10, 20 ella fleir ár, hava keypt sær ein crawlara. Teir koyra alla møðuliga staðni. Oftast tætt við økið á Velbastaðhálsi, men eisini arðastaðni.
Á myndini sita teir so fittir, Tummas Mortensen, Kári Olsen, Johannus Petersen, har manglar bara myndatakarin Jan Rubeksen.

Myndir at hyggja at.......Trýst her !
· Sveinbjørn Olsen tann 05. August 2014 19:40
0 Viðmerkingar · 2880 Vísingar · Printa
Ólavsøkuframsýningin 2014
LogbókÓlavsøkuframsýningin 2014 varð ein av teimum bestu.


Sera nógv skip, bátar, bilar og flogfør vóru á framsýningini og alt gekk av tí allar besta.
Tað kundi veri fleiri áskoðarar, men vit eru tó nøgd.

Takk til øll, sum hjálptu. Uttan tykkum hevði tað ikki bori til. Eingin nevndur, eingin gloymdur.

Næsta Ólavsøkuframsýning verður í 2017

Nógvar myndir eru lagdar í myndasavnið....trýst her !
· Sveinbjørn Olsen tann 05. August 2014 15:27
0 Viðmerkingar · 3399 Vísingar · Printa
Flaggdagurin 2014
Hendingar

Flaggdagin 25.Apríl, er vorðin sigur at flota bátarnar/skipini.

Tórshavnar RC-Felag skipar fyri ymiskum hendan dagin og øll eru vælkomin at koma út á Velbastaðháls at hyggja og luttaka í hugnaðum.

Tiltøk:
- Sigling verður á vatninum frá kl.13
- Flúgving á flogbreytini frá kl.13
- Koyring á koyribreytini frá kl.14
- Koyring á crawlingarbreytini við bátahúsið kl.14

Kaffi og okkurt gott afturvið verður í báðum húsunum frá kl.12

· Sveinbjørn Olsen tann 21. April 2014 18:08
Les meira · 0 Viðmerkingar · 3199 Vísingar · Printa
Aðalfundurin 2014
Upplýsing

Aðalfundurin 2014

Rekord uppmøting. 25 limir møttu. Nevndin varð afturvald og skipaði seg beint eftir fundin.

 

Í nevndini eru:
Ísak N. Jacobsen, formaður
Símun D. Simonsen, næstformaður
Birgir Simonsen, skrivari & kassameistari
Sveinbjørn Olsen & Per G. Pedersen, nevndarlimir
Petur Hermansen & Jan Hansen, tiltakslimir

 

Á nevndarfundinum tosaðu vit um at gerða eitt sindur burturúr flaggdegnum, og at hava ein rudding/arbeiðisdag úti á VBH.
Tað er gamalt at flota sær bátin/skipið flaggdagin, men seinastu árini hevur veri sera keðiligt veður á flaggdegnum. Vit hopa at í ár verður betur.
Ruddi/arbeiðisdag kunnu vit hava okkurt vikuskyfti, har veðurmennirnir siga frá góðum veðri.

· Sveinbjørn Olsen tann 03. April 2014 17:16
0 Viðmerkingar · 3029 Vísingar · Printa
RC-Kvøld restina av 2013
UpplýsingRC-Kvøldini hava veri eitt gott ískoyti fyri okkum bil-menn, men í summar hevur ikki veri tann størsti aktiviteturin.

Vit royndu at hava RC-Kvøldini úti í bátahúsinum og riggar tað væl um summari, tá heitt og ljóst er, men nú ferð verðri at gerðast verri og myrkur spælur inn eisini, so framyvir fara vit at hava RC-Kvøldini úti hjá
Hjálprót á velbastaveg 45.
· Sveinbjørn Olsen tann 15. September 2013 12:51
0 Viðmerkingar · 3260 Vísingar · Printa
RC-kvøld fyri bilmenn
UpplýsingSum eina roynd, so fara vit at hava komandi RC-kvøld 5.Juni, úti á Velbastaðhálsi, í bátahúsinum.

Hettar er fyri at vit kunnu vera á økunum hjá RC-felagnum, og fyri at kunna koyra í friði og náðum. Vit hava nemliga haft trupuleikar við at nábúgvar hjá Hjálpirót, hava grenja um larm, tá vit hava koyrt uttanfyri har, fyri at innstilla bilarnar.

Samstundis so verður ein Crawlarabreyt sett upp, so vit kunnu royna hana. So er bara at hopa uppá at veðri verður betur enn seinast, tá kava stormur kom.
· Sveinbjørn Olsen tann 22. May 2013 22:13
0 Viðmerkingar · 3271 Vísingar · Printa
RC-kvøld
Broytingar

Vit RC-bil áhugaðir hava síðani Oktobur 2009, møttst fyrsta týsdag í hvørjum mána, fyri at bixa og hugna okkum við RC práti afturvið einum drekkamunni.
Hettar tiltak er sera stimbrandi fyri RC áhugan og samanhaldi um RC-bilar.
Vit broyta nú eitt sindur, og eru ístaðin fyrsta mikudag kl.20 og út.
Øll RC-bil áhugaði eru vælkomin við, sjálvt um tit ikki eru limir í TRCF.fo.
Vit møtast sum nú er, úti hjá Hjálpirót á 
Velbastaðvegnur 45 (trýst fyri at síggja kort), í kaffistovuni, men eru eisini á verkstaðnum og bixa ella okkurt tílíkt.
Trýst her fyri at lesa referat frá RC-kvøldunum í hava veri

· Sveinbjørn Olsen tann 26. April 2013 00:00
0 Viðmerkingar · 27558 Vísingar · Printa
Aktivitetur á Velbastaðhálsið
Upplýsing

Tað var ein super dagur aftur í dag á VBH. Veðri gott og vindstilli.
Fleiri flogfør, fleiri bilar og ein quadcopter við GPS + camera v/FPV hjá Sámal Danielsen.
Vit tóku film uppá, men kundu ikki hyggja at filminum harúti, tí ongin streymur er í løtuni í húsinum.



Her er filmurin !

Tað bleiv sett sólcellupanelir upp og lagt ledningar inn í húsið og mangt annað.
Sum sagt - ein super dagur !

· Sveinbjørn Olsen tann 02. March 2013 23:52
0 Viðmerkingar · 3650 Vísingar · Printa
RC-koyribreytin á Velbastaðhálsi
LimirRC-breytin á Velbastaðhálsi er nú endurnýggja.
Vit vóru uml.10 mans fríggjadagin og leygardagin og renoeraði breytina.

Arbeiði gekk gott. Vit byrjaðu kl. 18 fríggjadagin og vóru til kl. 01, tá vit ikki kundu meira, vegna mangul uppá brennievni o.a.
Leygardagin byrjaðu vit kl.11 og vóru heilt fram til kl.01 sunnunáttina.
Tilfarið rakk akkurát til, so væl var útrokna frammanundan.

Nú hopi eg so sannuliga, at hon verður brúkt meiri og at fólk tíma at koma harút at koyra, ístaðin fyri at koyra hvør sær á ymsum støðum í býnum.
· Sveinbjørn Olsen tann 24. June 2012 14:05
2 Viðmerkingar · 9327 Vísingar · Printa
Koyribreytin á Velbastaðhálsi
Limir

Á seinasta aðalfundi bleiv játta uppskot um at reparera/endurnýggja koyribreytina á Velbastaðhálsi.

Vit RC-bilmenn hava RC-kvøld hvørt fyrsta mikukvøld í hvørjum mánaði.
(sjá referat)
Í gjárkvøldið tóku vit tað upp á RC-kvøldinum. Har bleiv avgjørt at vit byrja arbeiði 22.Juni seinnapartin.

- Sveinbjørn & Andrass skaffa tilfar og maskinur.
- Sólbjørn Fríði og onkur annar fara út at máta upp/merkja av.

Vit hava brúk fyri, at so nógvir mans sum gjørligt, koma at hjálpa.

Arbeitt verður langt út á kvøldið/náttina fríggjadagin og leygardagin. Sunnudagin rudda vit upp.

· Sveinbjørn Olsen tann 07. June 2012 09:48
3 Viðmerkingar · 19130 Vísingar · Printa
Síðan uploadar upp á: 0.14 sekund
60,089,272 Einstakar vitjanir